- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli Mittún: "Eg hevði einki gjørt uttan mínar liðfelagar og venjarar"
"Størsti úrmælingur í heiminum."
"Óvanliga tryggur."
"Tað eru talent, og so eru tað stór talent sum Óli Mittún."
Soleiðis skriva nakrir av útlendsku miðlunum, um 17 ára gamla føroyska hondbóltsleikaran Óla Mittún, sum júst er kosin besti hondbóltsleikari í Evropa í U18-mansárganginum.
Hetta hendi, tá han var kosin virðismiklasti spælari í EM-endaspælinum fyri U18-landslið, sum hevur verið í Montenegro.
Heiðurin vann Óli Mittún, hóast hann telist millum yngstu leikararnar, sum luttók í U18 EM-endaspælinum.
Lítillátin høvuðspersónur
Høvuðspersónurin sjálvur er lítiðlátin.
"Tað er ordiliga stórt fyri meg, bæði sum hondbóltsspælara og persón. Men eg hevði einki gjørt uttan mínar liðfelagar og venjarar, tí tað eru teir, ið hava hjálpt mær til hetta her," staðfestir Óli Mittún.
Føroyar endaðu sum nummar níggju í Evrope til U18-EM, sum er ótrúliga flott.
Góða úrslitið, og heiðurin til Óla Mittún, sigur nógv um støðið á føroyskum hondbóltsspælarum, heldur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya.
"Óli spælir hondbólt við einari ferð, sum sera fá megna. Óli er ein fulfíggjaður hondbóltsspælari, ið bæði er góður í álopinum, men eisini í verjuni. Men hetta sigur eisini nógv um, hvussu høgt støðið á føroyskum hondbóltsspælarum er."
Gleðir seg til hvíld
Í summar hevur Óli Mittún verið við til tvey EM-endaspøl, fyrst við U20 og síðan við U18.
Og nú gleðir ungi maðurin seg til at fáa eitt sindur av hvíld, áðrenn hann um tvær vikur byrjar tilveruna sum yrkisleikari í svenska felagnum IK Sävehof í bestu svensku deildini. IK Sävehof er sama felag, sum systkinabarn Óla, Elias Ellefsen á Skipagøtu, spælir við.
"Tað hevur verið øgiliga mennandi, men ræðuliga strævið mentalt, so nú eri eg gott nokk móður," sigur besti U18-hondbóltsleikari í Evropa, Óli Mittún.
Óli Mittún skoraði 80 mál í seks dystum í EM-endaspælinum fyri U18-landslið.
U18-All Stars liðið:
Málverji: Diogo Rema Marques (Portugal)
Vinstri vongur: David More (Týskland)
Vinstri bakkur: Kristof CsOrgo (Ungarn)
Spælskipari: Axel Månsson (Svøríki)
Høgri bakkur: Djordje Cikusa Jelicic (Spania)
Høgri vongur: nciti Gonzalez (Spania)
Strika: Lars Erik Larsen (Noregi)
Besti verjuleikari: Pelle Segertoft (Svøríki)
Besti spælari: Óli Mittún (Føroyar)
Toppskjútti: Óli Mittún (Føroyar, 80 mál)
Tak niður
Sí eisini