Óli: Vit eru óstýriligir í dag

Óli: Vit eru óstýriligir í dag
Fótfimi bakspælarin Óli Mittún var ikki til at steðga í seinna hálvleiki, og vísti hondbóltskynstur á altjóða stigi. - Vit høvdu høllina við, og so vóru vit óstýriligir
11.05.2025 - 20:16

Ukrainar vistu snøgt sagt ikki, hvat teir skuldu gera eftir steðgin. Ferð eftir ferð fór Óli Mittún flúgvandi ígjøgnum verjuna hjá útiliðnum, og Føroyar vann til endans 35-27 og tryggjaði sær bólkasigurin.

 - Annar hálvleikur var so at siga perfektur bæði í verjuni og álopinum. Vit fáa høllina við, og so eru vit so at siga óstýriligir, segði hondbóltsúrmælingurin, sum skeyt seks mál. 

Liðini fylgdust nøkulunda í fyrra hálvleiki, og heimaliðið var frammanfyri við tveimum í steðginum. Hetta helt fram til eitt korter var eftir av dystinum. Tá strammaðu føroyingar spæli upp í báðum endum, og fóru við ferð frá gestunum.

Óli Mittún var gestur hjá Jógvani Skeel Nolsøe og Juliani Johansen eftir dystin, og hann fekk høvi til at arga sín gamla hjálparvenjara eitt sindur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096