Tí velja vit umboð til fólkatingið

bannari
31.10.2022 - 17:48
Innlendis›Politikkur
Tí velja vit umboð til fólkatingið
Hans Andrias Sølvará professari sigur eitt sindur um søguna, sum liggur aftanfyri føroyska umboðan í fólkatinginum.

Tað var ikki fyrr enn seint í 1800-talinum at føroysku umboðini í fólkatinginum høvdu nakað samband við føroyskan politikk. Áðrenn tað løgdu tey seg upp at donskum flokkum.

Fyrstu føroysku umboðini vórðu vald í danska tingið í 1851. Teir báðir vóru Niels Christopher Winther, løgfrøðingur og Johan Hendrik Weyhe vóru fyrstu umboðini. 

Tað er einki eindømi, at valið í Føroyum til fólkatingið ikki liggur samstundis sum valið í Danmark - eins og tað ger í ár. Bara síðan 1950 er tað hent einar 7 ferðir. Eisini áðrenn tað, er tað meira enn so komið fyri, at føroyingar hava verið á val á einum øðrum degi, enn danir hava. Millum annað var valið í 1971 heilar tvær vikur aftaná valið í Danmark.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037