Smyril Line fer ikki at banna el-bilum umborð á Norrønu

16.01.2023 - 17:19
InnlendisVinna
Smyril Line fer ikki at banna el-bilum umborð á Norrønu
Smyril Line ger íløgur í útbúna at basa eldar í el-bilum, heldur enn at banna el-bilar umborð á Norrønu, sigur stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen.
El-bilar verða ikki bannaðir umborð á Norrønu. Heldur verður útbúnaður at basa eld í el-bilum mentur, sigur stjórin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í Noreg hevur reiðaríið Havila gjørt av, at tey ikki longur fara at flyta el-bilar umborð á sínum ferjum á leiðini frá Bergen til Kirkenes.

Felagið, ið eigur Havila, eigur eisini í Smyril Line, men sambært stjóranum, Jens Meinard Rasmussen, fara tey í Smyril Line ikki at fylgja leistinum hjá sokallaðu 'hurtigruten' í Noregi.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tað eru battaríini, ið eru viðkvom fyri eldi og gerast vandamikil, um eldur kemur í.

Hetta merkir eisini, at serliga reglur vera fyri el-bilar umborð á eitt nú Norrønu.

Smyril Line ger eisini íløgur fyri at økja um útbúnaðinum umborð á Norrønu at basa eldar, ið koma av el-bilum, tí í Smyril Line vænta tey, at talið av el-bilum fer at vaksa.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150