375.000 krónur afturfyri at selja landsins ognarlut í Smyril Line

375.000 krónur afturfyri at selja landsins ognarlut í Smyril Line
Tað fer at kosta landinum 375.000 krónur at selja tey 16,2 prosentini í Smyril Line, som landið væntar at fáa 79 milliónir krónur fyri partabrøvini. Tað var ikki lægsta boð
Landið eigur 16,2 prosent í Smyril Line, og partabrøvini skulu nú seljast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.07.2023 - 13:25

Tað verður eitt samstarv millum Poul Smith, kamaradvoktat, Kára Davidsen hjá FaroeLaw og Súna Schwartz Jacobsen hjá Numo, ið skal ráðgeva og skipa fyri, tá landsins partabrøv í Smyril Line skulu seljast.

Tað upplýsir Løgmansskrivsstovan.

Fýra fólk eru í toyminum, sum skal gera arbeiðið, harav tvey frá kamaradvokatinum.

Tilboðið hjá teimum er 375.000 krónur.

 

Ikki lægsta boð

Hetta var ikki lægsta boð, men annað enn pengar telja við, tá tilboðini verða vektað, so sum royndir og førleikar.

Miðað verður eftir at fáa partabrøvini seld í hesum árinum.

Løgmansskrivstovan fekk sjey tilboð upp ráðgeving og sølufyriskipan, nú partabrøvini hjá landinum skulu seljast.

Løgmansskrivstovan bað 16. mai tey, sum høvdu áhuga í at standa fyri søluni, um at koma við tilboði í seinasta lagi 14. juni. Sjey tilboð komu inn.

 

16,2 prosent

Landið eigur 16,2 prosent í Smyril Line. Fíggjarmálaráðið væntar, sambært fíggjarlógini, at fáa 79 milliónir krónur fyri partabrøvini.

Tann, sum fær arbeiðið, skal gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.

Í útbjóðingini stendur, at loysnin skal vera tann búskaparliga og fakliga skynsamasta í einari møguligari sølu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262