Sjúrður Skaale: Føroyar eiga at stuðla ukrainska herinum fíggjarliga

bannari
20.01.2023 - 10:20
InnlendisPolitikkur
Sjúrður Skaale: Føroyar eiga at stuðla ukrainska herinum fíggjarliga
Tað hevði sømt seg, at Føroya Landsstýri sendi einar 50 milliónir til ukrainska herin. Ikki bara fyri at hjálpa Ukraina, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

Sjúrður Skaale, sum situr á fólkatingi fyri Javnaðarflokkin, heldur, at Føroyar eiga at veita ukrainska herinum fíggjarligan stuðul. 

"Ikki bara fyri at hjálpa Ukraina, men tí tað eisini er okkara trygd, stabilitet og frælsi, tey fólkini offra sítt lív fyri. Hetta sigur føroyski fólkatingsmaðurin," heldur Sjúrður Skaale. 

So leingi vit ikki gera tað, mugu vit bara vera takksom fyri, at onnur vilja rinda - og enntá vilja arbeiða eitt sindur meira fyri at kunna rinda, heldur føroyska fólkatingsumboðið. 

Sjúrður Skaale heldur, at 50 millióir krónur hevði verið ein passandi upphædd. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980