Trump: Zelenskyj og Putin skulu hava beinleiðis fund

Trump: Zelenskyj og Putin skulu hava beinleiðis fund
Ukrainski forsetin letur eisini væl at fundinum í Hvítu húsunum í gjár
Hýrurin var góður á báðum forsetunum á tíðindafundinum,áðrenn teir sessaðust við samráðingarborðið.
Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2025 - 07:51

Eftir at londini hava verið í kríggi í hálvtfjórða ár, eru nú ætlanir um ein beinleiðis fund millum ukrainska forsetan, Volodmymyr Zelenskyj, og russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir fundin í Hvítu húsunum í gjárkvøldið, har hann hitti Zelenskyj og fleiri evropeiskar stjórnarleiðarar.

Ukrainski forsetin var eisini væl nøgdur, tá hann tosaði við miðlarnar eftir fundin.

- Eg haldi at samrøðurnar við Trump, forseta, vóru góðar. Kanska var hetta tann besta samrøðan higartil, ella kemur hon í framtíðini, segði Zelenskyj millum annað eftir fundin í Hvítu húsunum.

 

ES-leiðarar og Nato-aðalskrivarin høvdu eisini fund við amerikanska forsetan í Washington í gjár. (Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Russland ikki váttað

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, ringdi hann til russiska forsetan, eftir fundin við Zelenskyj og hinar evropeiskar stjórnarleiðararnar.

Men Russland hevur ikki beinleiðis váttað, at ein fundur millum Putin og Zelenskyj er í umbúna.

Og í Ukraina siga fólk, at tað má ganga sjón fyri søgn, um nakar fundur verður millum forsetarnar.

Tað vera amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sum skulu samskipa fundin millum Russland og Ukraina.

Sambært týska samveldiskanslarinum, Friedrich Merz, sum eisini var í Hvítu húsunum í gjár, verður fundurin millum Zelenskyj og Putin innan tvær vikur.

 

Russiskt álop, meðan fundur var

Meðan ukrainski forsetin og evropeiskir stjórnarleiðarar vitjaðu í Hvítu húsunum og umrøddu støðuna í Ukraina og at fáa varandi frið í lag, helt kríggið millum Russland og Ukraina fram.

Ukrainski landsparturin, Poltava, var raktur av streymsliti eftir at eitt russiskt loftálop í nátt.

Tað sigur guvernørurin í landspartinum sambært BBC.

Í Russlandi elvdu vrakpetti frá niðurskotnum ukrainskum dronum til at eldur kom í eitt oljureinsiverk og takið á einum sjúkrahúsi í Volograd-landspartinum í útsynningspartinum av landinum.

Russisku loftferðslumyndugleikarnir upplýsa á Telegram, at flogferðslan í Volograd lá lamin í tríggjar tímar.

Sambært russiska verjumálaráðnum eru 23 ukrainskar dronur skotnar niður í russiskum økjum í nátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189