- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við
Í dag nerta vit við tað at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku. Hvussu kennist tað at standa á síðulinjuni? Verða tey avvarðandi gloymd í viðgerðarætlanini hjá tí, ið er sjúkur?
Vit tosa við Anniku Akraberg Durhuus um, hvussu tað er at vera avvarðandi, tá ein í nærmastu familju stríðist sálarliga. Vit hoyra um knappligu broytingina, ið broytti lívið hjá henni og familju hennara. Um kensluna av, at allatíð føla, at hon skuldi ganga á tá og vera bangin fyri at siga nakað skeivt. Um prikandi skuldarkensluna av, at viðkomandi var sjúkur, hóast hon innast inni visti, at tað ikki var hennara skyld. Síðani um eina ringa uppliving hjá skúlasálarfrøðingi, har ið hon fekk at vita, at hon bert var eitt grenj og skuldi taka seg saman. Vit hoyra um, hvussu hetta setti síni spor.
Síðani tosa vit við Róu Midjord, bólkaleiðara í avvarðandi bólkunum “Time Out” hjá Sinnisbata, heilsurøktara í Sosialpsykiatriini og gestaltterapeut, greiða frá bólkunum í Sinnisbata og hvussu teir eru skipaðir. Síðani um tað at vera avvarðandi og hvussu tað hjálparloysi, ið fleiri avvarðandi kenna, kann ávirka ein. Vit hoyra síðani hvør hjálp er best til avvarðandi.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.