- Tíðindi, mentan og ítróttur
U19 HM: Føroyar møta Iran í kvøld klokkan 18
03.08.2023 - 13:19
Ítróttur›Hondbóltur
U19 HM: Føroyar møta Iran í kvøld klokkan 18
Hjalti Mohr Jacobsen, landsliðsvenjari, var ikki so bilsin av laku mótstøðuni frá Burundi í gjár. Hann væntar sterkari mótstøðu frá Iran, ið fekk javnleik móti Svøríki

Mynd: Hondbóltssamband Føroya á Facebook
U19 manslandsliðið í hondbólti skal spæla mótí Iran í kvøld
U19-manslandsliðið í hondbólti vann í gjár heili 53-21 í sínum fyrsta dysti í HM-endaspælinum, sum hesa og næstu vikuna er í Kroatia.
Mótstøðan frá afrikanska landinum Burundi var so sum so, tí longu í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 30-8, og høvi var at spara fleiri av spælarunum, so nógvir sluppu at royna seg.
Annar av landsliðsvenjarunum hjá Føroyum, Hjalti Mohr Jacobsen, var ikki so bilsin av laku mótstøðuni frá Burundi í gjár:
Annar dysturin í HM-endaspælinum í Kroatia, sum er ímóti Iran, verður spældur í kvøld klokkan 18.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















