U19 HM: Føroyar mistu á stokkinum

U19 HM: Føroyar mistu á stokkinum
Føroysku U19-hondbóltsmenninir vóru frammanfyri við tveimum málum, tá tað restaði ein minuttir av HM-fjórðingsfinaluni, men mistu á stokkinum
Trúgvi Hávardsson gekk á odda, tá Óli Mittún bleiv mansvardur, men tað var ikki nóg mikið
 
10.08.2023 - 12:44

Tá Trúgvi Hávardsson hevði skotið tvey mál í slag, og Føroyar vóru frammanfyri við tveimum málum, tá tað restaði ein minuttir, so tóktist HM-fjórðingsfinalan avgjørd. 

Men ungu føroysku leikararnir klárðu ikki at halda høvdið kalt, og egyptar sluppu at skora tvey mál upp á ein minutt og javna til 31-31. 

Fyrst brendi Rókur Ziskason ein 100 prosent kjans, sum gjørdi, at Egyptaland kundi fara í álop og skora. Tá Føroyar so settu bóltin í spæl aftur, og egyptar komu fram eftir teimum, blakaði Óli Mittún bóltin beint til ein egypta, ið kundi renna kontra og skora, tá eitt sekund var eftir av tíðini. 

Føroyingarnir hoykjaðu saman í vónbroti, meðan egyptar fóru á knæ í bøn. 

Og í yvirtíðini var orkan hjá føroysku spælarunum uppi, og tá avtornaði vann Egyptaland 38-34.

Vónbrotið var fullkomið. 

 

Byrjaðu væl

Føroyar byrjaðu annars HM-fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi væl, og um væl vildi til, so vóru Føroyar frammanfyri við fýra ella fimm málum beinavegin. 

Men nervarnir tóktust spæla okkara monnum eitt puss. Opnir kjansir blivur brendir. Óli var heldur bráður til tíðir og skeyt ov skjótt og ov langt útifrá. Og so byrjaðu okkara menn at taka undarligar avgerðir, ið vit ikki hava sæð áður í kappingini. 

Givið er eisini, at ungu menninir hava spælt nógvar dystir upp á stutta tíð, og tí er ikki óhugsandi, at møðin eisini spældi inn. 

 

Gagnnýttu ikki yvirtalsstøður

Egyptar spældu hart og fingu nógvar útvísingar í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki Óla Mittún´ og hansara monnunum at gangnýta mongu yvirtalsstøðurnar serliga væl. 

Egyptaland hevði heilt sikkurt fyrireikað seg væl upp á føroyska liðið, tí tað eydnaðist egyptum fullkomiliga at avbyrgja Jákup Egholm úti á vinstra vongi. Uttan tað vápnið, so var tað eitt sindur tungt hjá Óla Mittún at finna røttu loysnirnar í álopsspælinum mitt fyri, hóast Niklas Gaard royndist drúgvur á høgra vongi. 

Tá alt ikki gongur, sum prestur prætikar, so ræður bara um at hanga í, og tað gjørdu føroysku leikararnir. 

Tá egyptar for at mansverjan Óla Mittún, máttu venjararnir finna aðrar loysnir enn tær, ið hava rigga higartil í kappingini.

Eitt nú settu teir tann gjøgnumbrotssterka spælskiparan Trúgva Hávardsson á vøllin. Trúgvi fór beint til verka og leyp á og hóast hann ikki hevur somu kropsligu styrki sum Óli Mittún, so hevur hann góð evnir sum spælskipari. 

Og tá venjararnir valdu at spæla 7 móti 6 í álopinum, bragdaði av álvara hjá Trúgva, sum byrjaði at finna loysnirnar, serliga á strikunum, har Ísak Vedelsbøl og Búi Poulsen stóðu klárir at taka móti innspælinunum. 

Brádliga byrjaði Óli Mittún eisini at finna netmeskarnar aftur, og framúr málverjin byrjaði at bjarga aftur. 

Javnt og samt bardu Føroyar seg inn aftur í dystin, og tá farið var til hálvleiks var støðan 13-13. 

Síðsta málið var nakað serligt, tí Føroyar høvdu fingið eitt fríkast, júst sum dómarin bríkslaði fyrra hálvleik av. 

Búi Poulsen gjørdi hvørki meir ella minni enn at skjóta bóltin í málið upp um stóra egyptiska verjugarðin. 

Flott, og ikki ólíkt tí, sum danska superstjørnan Mikkel Hansen plagar at gera. 

 

Mistu á stokkinum

Føroyar byrjaðu seinna hálvleik væl, eins og liðið byrjaði fyrra væl.

Men júst sum í fyrra hálvleiki, so komu feilirnir krúpandi aftur. Nú var eyðsæð, at menn vóru móðir, og at tað skuldi gravast djúpt, fyri at vinna dystin móti kropsliga sterkari egyptunum. 

Serliga Óli Mittún var rættiliga flatbotnaður. 

Egyptar hildu fram við at mansverja Óla Mittún, og tí lá ábyrgdin at skapa føroyska álopið á Trúgva Hávardssyni, og hann sveik ikki álitið.

Møðin gjørdi eisini, at stór hol byrjaðu at koma í verjuna, sum ikki vóru har í fyrra hálvleiki. 

Føroyar høvdu brúk fyri einum frískum loti, og tað kom í skapi av Tróndi Johnsson, ið kom flúgvandi inn av bonkinum og tók stýringina av føroyska spælinum eins og hann ikki hevði gjørt annað. 

Føroyar fingu, sum sagt spælt seg í eina lyklastøðu at vinna dystin, men mistu á stokkinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015