Eingin orsøk at óttast al-Qaeda hóttanina í Føroyum

17.08.2023 - 12:47
Innlendis›112
Eingin orsøk at óttast al-Qaeda hóttanina í Føroyum
"Í Føroyum er ikki neyðugt at vera bangin. Vit halda neyvt eyga við støðuni og fylgja leiðbeiningunum," sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, nú al-Qaeda hóttir Danmark
Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

PET og fregnartænastan hjá donsku verjuni, FE, taka hóttanina móti Danmark frá al-Qaeda í sambandi við koroubrenningarnar í størsta álvara.

Tað er ein krígsavbjóðing, halda PET og fregnartænastan hjá donsku verjuni. 

Men i Føroyum er ikki neyðugt at vera bangin, staðfestir Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur. 

"Vit fylgja leiðbeiningunum, sum vit fáa, og halda neyvt eyga við støðuni." 

Steen Nørskov sigur, at vit í Føroyum skulu halda á við gerandisdegnum sum vant.

PET vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men vísir á almennu kunningina á heimasíðuni hjá teimum

Har stendur at lesa, at hóttaninar móti Danmark verða tiknar í størsta álvara.

Somuleiðis stendur, at FE og PET, sum er danska fregnartænastan, fylgja støðuni gjølla og gera tey trygdarátøk, sum tey meta vera neyðug.





 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037