Nýggj tøkni krevur hægri kunningarstøði

21.08.2023 - 22:00
InnlendisSamfelag
Nýggj tøkni krevur hægri kunningarstøði
Nýggja útbúgvingin Master í dátuvísund á Fróðskaparsetur Føroya er neyðug, tí KT-økið er eitt sera skjótt vaksandi øki, sigur Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari
KT er eitt skjótt vaksandi øki, og tí er tørvur á eini slíkari útbúgving, heldur útbúgvingarleiðarin á Dátuvísund á Setrinum
Mynd: Shutterstock.com  

Í dag er fyrsti lestrardagur á Setrinum eftir summarferiuna, og tað er sostatt eisini fyrsti dagur á nýggju útbúgvingini Master í Dátuvísund.

- Um ein vil gera nýtsluskipanir grundaðar á nýggju tøknina, sum nú er komin framm, krevur tað eitt hægri kunningarstøði. Tí er henda útbúgvingin serliga áhugaverd, sigur Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari á nýggju master útbúgvingini.

KT er eitt skjótt vaksandi øki, og tí er tørvur á eini slíkari útbúgving, heldur útbúgvingarleiðarin í Dátuvísund.

17-19 lesandi byrja á útbúgvingini Master í Dátuvísund.

Í løtuni lesa 80 fólk KT á Setrinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558