Zelenskyj er áhugaður at koma til Føroya at vitja

21.08.2023 - 13:55
Útheimurin
Zelenskyj er áhugaður at koma til Føroya at vitja
"Volodymyr Zelenskyj takkar føroyingum fyri hjálpina og stuðulin," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í dag hitti ukrainska forsetan í fólkatinginum
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og kona Olena Zelenska, tá tey komu til Christiansborg í dag
Mynd: Ritzau / Scanpix  

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk í dag høvi at heilsa upp ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj, tá hann var á almennari vitjan í fólkatinginum.

"Eg fekk høvi at heilsa upp á Zelenskyj og siga honum, at Ukraina hevur okkara fulla stuðul í krígnum móti Russalandi," sigur løgmaður. 

Aksel V. Johannesen greiddi eisini ukrainska forsetanum frá, at Føroyar hava tikið móti ukrainskum flóttafólkum og latið neyðhjálp til landið. 

"Volodymyr Zelenskyj takkaði føroyingum fyri stuðulin. Eg nýtti eisini høvið til at bjóða honum til Føroya á vitjan, og hann var áhugaður at koma til Føroya at vitja, men eftir kríggið," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Føroyar hava latið sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina í ár, og ætlanin er at lata 10 milliónir næsta ár. 

Aksel V. Johannesen er samdur við Volodymyr Zelenskyj í, at um Ukraina tapir kríggið, so er vandin fyri at Russland fer víðari og tekur grannalond hjá Ukraina. 

 

Ukraina er ikki nóg mikið hjá Russlandi

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj kom til Danmarkar í gjár, tá hann fekk handan 19 F-16 flogfør frá danska forsætismálaráðharranum Mette Frederiksen.

Í dag helt Zelenskyj røðu í Fólkatinginum. Forsetin legði út við at takka fyri allan stuðulin sum Ukraina hevur fingið frá Danmark. 

"Góðu danir. Eg eri her í dag, saman við konu mínari og toymi mínum, fyri at takka tykkum persónliga. Takk fyri, at tit øll hjálpa okkum í okkara svára frælsisstríði."

Men Zelenskyj nýtti eisini høvið til at ávara danir og øllum onnur um ætlanirnar hjá Putin forseta og Russlandi. 

"Teir (russarar) siga uttan at himprast, at tað er ikki nóg mikið við Ukraina. Tá Ukraina er fallið, so fara teir at bera líðingina víðari til Evropa og til restina av heiminum. Eg eri vísir í, at tit hoyra tað. Tit hoyra tað úr Moskva. Øll londini, sum liggja upp at Russlandi, eru hótt, um Ukraina ikki vinnur kríggið."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262