Blokkurin skal nýtast til Suðuroyartunnilin

02.09.2023 - 18:24
Innlendis
Blokkurin skal nýtast til Suðuroyartunnilin
- Niðurskurðurin av blokkinum skal heldur nýtast til Suðuroyartunnil enn at sendast aftur til Danmarkar
Henrik Old, Javnaðarflokkurin

Tað sigur javnaðarmaðurin Henrik Old, sum ikki tekur undir við at minkað blokkstuðulin.

Hann vil ístaðin, at pengarnir verða settir í grunn at fíggja ein Suðuroyartunnil.

Við útvarpsstøðina FM1 segði Henrik Old í dag, at hann tekur ikki undir við tí, sum hansara egna samgonga hevur gjørt til veruleika, nevniliga at skerja blokkin.

Hann heldur, at pengarnir vóru munandi betri nýttir, um teir vórðu settir í grunn, og so høvdu teir kunna fíggjað ein stóran part av tí, sum ein Suðuroyartunnil hevði kostað.

Í sendingini Jóhanudagar í Vági, segði Henrik Old soleiðis við Petur Zachariasen.

Alt prátið við Henrik Old á FM1 kann hoyrast her.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846