- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Tann 54 ára gamli Hans Eiler Hammer, sum nú er prestur í Suðurslesvík, varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var tá prestur í Norðurnoregi, og sakarmálið setti djúp spor í lívi hansara.
Hóast hann varð fríkendur, hevur Hans Eiler Hammer mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. Eitt nú fekk hann ikki starv í Føroyum sum prestur eftir sakarmálið.
Bókin er skrivað sum spurningar og svar. Randi Mohr setir spurningarnar, og Hans Eiler Hammer svarar. Teksturin kann metast sum ein verjurøða, og ummælarin í sendingini, Hans Jacob Kollslíð, heldur, at talan er um trupla bók at ummæla.
Ein spurningur, hann setir sær, er, um loyvt skal vera at siga alt um onnur, bara tí talan er um eina ævisøgu ella verjurøðu. Hann heldur kortini, at prestur fekk órímiliga harða viðferð orsakað av einum ósekum sms-boðum.
Verjurøður nú á døgum standa sjáldan einsamallar, tí ofta fáa tær almenn svar, og tað hevur bókin hjá Hans Eileri Hammer eisini fingið, vísir Hans Jacob Kollslíð á.
Í sendingini hitta vit eisini Elina Michelsen, Andrass Mortensen, Vónbjørt Vang og Dagmar Joensen-Næs, sum vunnu M. A. Jacobsen virðislønir 31. oktober.
Uni Arge leggur til rættis.