- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
"Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld.
Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum.
Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða katólsku trúnna, so fólkið kann verða villleitt.
Hann, sum verður píndur, avdúkar onki. Hann kallar bara hinar báðar býttlingar og bítur oyrað av øðrum. Síðan doyr hann.
Tá vit hava hoyrt um drápið í 1647, flyta vit okkum fram til dagin í dag. Hannis Martinsson er staddur á Blaðnum, har hann arbeiðir.
Blaðstjórin nevnir, at ein altartalva er horvin úr Havnar kirkju. Talan er ikki um ta stóru altartalvuna upp yvir altarinum. Talan er um eina, sum er minni og hekk á norðurvegginum.
Hetta fer Hannis Martinsson at kanna, og so verður enn eitt dráp framt - í Havnar kirkju.
Eyðun Klakkstein heldur, at Jógvan Isaksen skrivar væl og fær bundið allar teir søguligu træðrirnar væl samans til endans í bókini.
Eilen Anthoniussen heldur, at søguliga upplýsingarmongdin í bókini er ríkiliga stór, serliga um jesuittar, katólska trúgv og italska list.
Spurd, um tey lósu bókina við spenningi ella við einum smíli, svara tey, at tey meira smíltust, tí hendingarnar eru ikki so sannlíkar í tí lítla føroyska samfelagnum, men bókin var undirhaldandi.
Uni Arge leggur til rættis.