Kultura

Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga

Fyri stuttum var hátíðarhald í Svimjihøllini í Gundadali fyri listini til nýggja landhylin. Samanlagt eru 240-250 fermetrar av veggi listprýddir.

Silja Strøm hevur listprýtt veggirnar við nýggja langhylin og Bárður Dal Christiansen hevur listprýtt Gundadalsstovu, sum er høli omanfyri langhylin.

Silja Strøm hevur brúkt sera nógvar tímar sum svimjari í svimjihøllini í Gundadali, og listaverk hennara tekur tí støði í hesum minnum og sansaupplivingum. Vit tosa við hana um svimjihøllina, vatnkenslu og listina.

Listaverkið hjá Bárði Dal Christiansen hevur heitið Spegil, og tekur støði í, hvussu vit siga okkara søgu og spegla okkum í henni. Vit hitta hann í svimjihøllini.

 

Á bókadøgum kom eitt serstakt bókaverk út. Talan er um "Føroysk málsøga", sum er fyrsta stóra verkið um føroyska málsøgu.
Vit tosa við Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Fróðskaparsetri Føroya um bókaverkið.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

William Sloan, stuttsøgukapping og føroyski bókmentafestivalurin
18-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-02-2026
Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025