Kultura

Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði

Í annaðkvøld kl. 19 skipa Uttanríkis- og mentamálaráðið, Tjóðsavnið og Landsverk fyri kunningarfundi í auluni í gamla studentaskúlabygninginum um ætlanina at lata Tjóðsavnið flyta í Hoydalar. 
Vit tosa við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum og Bárð í Baiansstovu, arkitekt hjá Landsverki um ætlanina.


Í ár eru 250 ár síðani at bretski rithøvundurin Jane Austen, sum eitt nú er kend fyri bókina Pride and Prejudice, varð borin í heim. Tað verður hátíðarhildið kring heimin serliga í Onglandi, men eisini í Føroyum. Tí á bókasavninum í Fuglafirði hava tey fleiri tiltøk á skránni um Jane Austen. Í Fuglafirði gera tey eisini nógv burturúr í desembermánaða - so nógv, at tey hava ein desemberkalendara. Vit vitja á jólaskrýdda bókasavninum og í Riberhúsi har vit tosa við Sjannu Hentze, bókavørð, og Kristinu Gry Berg, leiðara í kunningarstovuni, um Janes Austen og jólatiltøkini í Fuglafirði.

 

 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

William Sloan, stuttsøgukapping og føroyski bókmentafestivalurin
18-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-02-2026
Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025