Fleiri fráboðanir um álop

Fleiri fráboðanir um álop
Nógv fleiri álop á fólk vórðu fráboðað í fjør enn árið fyri. Løgreglan fekk 53 fráboðanir um kynsligan ágang, so sum neyðtøkur, í fjør
Nógv fleiri álop á fólk vórðu fráboðað løgregluni í 2018 enn í 2017 sambært ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum
 
25.10.2019 - 08:48

Í árunum frá 2014 til 2017 komu millum 26 og 21 slíkar fráboðanir. Í fjør komu 83 fráboðanir um millum annað harðskap.

Tær vóru 55 í 2017. Men tað talið er óvanliga lágt. Í 2016 vóru 80 slíkar fráboðanir, tær vóru 101 í 2015 og 90 í 2014.

Sambært tølum hjá løgregluni, sum eru í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum fyri 2018, vóru eisini nógv færri herverk fráboðað í fjør enn undanfarin ár.

Tær vóru 98 í fjør, men til dømis 208 í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815