Fjølmiðil: Ætla at koyra útskeldaða leiðaran frá

Fjølmiðil: Ætla at koyra útskeldaða leiðaran frá
Kinesiska stjórnin arbeiðir við eini ætlan um at koyra leiðaran í Hongkong, Carrie Lam, frá, og at seta ein annan leiðara ístaðin
Leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, skal koyrast frá, og ein annar leiðari setast ístaðin, ætlar kinesiska stjórnin
 
25.10.2019 - 10:24

Tað skrivar blaðið, Financial Times. Avgerðin er tikin eftir nógvu mótmælini sum hava verið í Hongkong seinastu tíðina, skrivar blaðið, ið sigur seg hava tíðindini frá keldum í kinesisku umsitingini.

Fer kinesiski forsetin, Xi Jinping, at seta ætlanina í verk, so verður nýggjur leiðari í Hongkong tilnevndur í seinasta lagi í mars næsta ár, og skal so sita til skeiðið hjá Lam er úti í 2022.

Teir sum verða nevndir í tí sambandi eru Norman Chan og Henry Tang. Chan er fyrrverandi leiðari fyri pengaviðurskiftini í Hongkong, meðan Tang hevur verið ovasti skrivstovumaður í Hongkong, og sum fíggjarleiðari.

Mótmælini skjótt vart í fimm mánaðir

Mótmælini í Hongkong byrjaðu 9. juni, tá Carrie Lam, kunngjørdi eitt uppskot, sum gav loyvi til at flyta fólk í Hongkong, sum vóru undir illgruna um eitthvørt, til Kina, har tey kunnu koma fyri rættin.

Eftir at mótmælini byrjaðu, varð uppskotið tikið aftur, men mótmælini halda fram, og nú krevja mótmælisfólkini broytingar í Hongkong. Mótmælini eru størsta avbjóðingin hjá kinesisku myndugleikunum seinastu 30 árini, skrivar blaðið.

Hongkong kom undir aftur kinesiskt ræði í 1997, og kinesiskir embætismenn vilja fáa frið í lag, áðrenn hildið verður fram við tilgongdini so Carrie Lam kann koyrast frá, tí teir vilja ikki geva seg fyri mótmælisfólkunum, siga keldurnar við Financial Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961