Einki fólkaskúlaráð

Einki fólkaskúlaráð
Tað gongst illa at hava Fólkaskúlaráðið mannað alla tíðina
Einki Fólkaskúlaráð hevur verið síðani 1. juni í fjør, men Fólkaskúlaráðið verður sett í næstum
 
30.10.2019 - 12:06

Fólkaskúlaráðið, sum tók við 1. juni í 2015, varð sett fyri trý ár. Einki Fólkaskúlaráð hevur tí verið síðani 1. juni í fjør. Men Fólkaskúlaráðið verður sett í næstum, skrivar Skúlablaðið.

Blaðið skrivar, at eitt tað fyrsta, nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, setti út í kortið var at fáa nýtt Fólkaskúlaráð.

Fólkaskúlaráðið, sum varð sett í 2011, var til 1. februar 2014. Men ikki fyrr enn í 2015 varð nýtt ráð sett.  Lógin um fólkaskúlan sigur, at Fólkaskúlaráð skal vera.

Fleiri álit gjørd

Fólkaskúlaráðini hava síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið og um førleikastovur og forskúla. 

Fólkaskúlaráðið skal geva landsstýrisfólkinum í skúlamálum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.

Fólkaskúlaráðið kann eisini ráða landsstýrisfólkinum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir.

Í Fólkaskúlaráðnum eru lærarar, felagið Heim og skúli, lesivegleiðarar og Mentamálaráðið, tilsamans sjey fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635