- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið

Løgreglan handtók seinnapartin í gjár tveir menn í Vágum. Løgreglan fekk fráboðan um, at tveir menn vóru brotnir inn í eini hús við tí fyri eyga at gera skaða á ein triðja mann, sum var í húsinum.
So mikið álvarslig var trætan millum hesar, at knívur var á lofti. Maðurin í húsinum fekk onkran smávegis skaða, men var ikki stungin av knívinum. Ógreitt er, hvat ósemjan snúði seg um.
Báðir menninir eru avhoyrdir, og løgreglan hevur gjørt av, at annar maðurin verður grundlógaravhoyrdur, helst seinni í dag, við tí fyri eyga at varðhaldsfongslað mannin.
Fyri uttan hetta mál, so hevur løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið, serliga við avdotnum fólki, larmi og harðskapi í býnum.
Ein 18 ára gamal maður í bili, var eisini handtikin í morgun. Tá løgreglan steðgaði honum í bili, vísti tað seg, at hann hevði koyrt til Havnar, og hann hevði einki koyrikort.
Luktur í bilinum gjørdi, at maðurin fekk tikið blóðroynd, sum vísti, at hann var rúsaður av euforiserandi evnum.
Løgreglan rannsakaði bilin og fann eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum. Maðurin verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni.


























