Stór útstykking á Skála

Stór útstykking á Skála
Tað merkist á Skála, at tað um eitt gott ár verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin
27 grundstykki verða nú útstykkjað á Skála
 
09.11.2019 - 12:50

Runavíkar kommuna fer í næstum at útstykkja 27 grundstykki á Skála, og í seinastu viku skrivaði kommunan undir sáttmála við byggifyritøkuna Articon, ið skal standa fyri útstykkingini.

– Eftirspurningurin eftir grundstykkjum á Skála er stórur, og fólk hava longu víst áhuga fyri nýggju útstykkingini, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Hetta er fyrsta útstykkingin á Skála í útivið 15 ár, síðani kommunan 1. januar í 2005 legði saman við Runavíkar kommunu. Kommunan miðar eftir, at grundstykkini verða klár í november næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129