20 dagar fongsul fyri harðskap ímóti tollara

20 dagar fongsul fyri harðskap ímóti tollara
Eystari landsrættur hevur staðfest ein dóm hjá Føroya rætti um harðskap ímóti einum tollara á Flogvøllinum í Vágum
Tað var her í tolleftirlitinum á Flogvøllinum í Vágum, at ein maður í mars í fjør vísti harðligan atburð ímóti einum tollara, tá maðurin kom til Føroya við flogfari
 
09.11.2019 - 15:28

Eystari landsrættur staðfesti fyrr í vikuni ein dóm hjá Føroya rætti, sum í juli dømdi ein mann 20 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap ímóti einum tollara hjá TAKS.

Hendingin fór fram á flogvøllinum í mars 2018. Maðurin, ið kom við flogfari til Føroya, gjørdist illur í sær og vísti harðligan atburð ímóti einum av tollarunum í sambandi við vanliga tolleftirlitið á flogvøllinum henda dagin.

Maðurin kærdi dómin hjá Føroya rætti fyri Landsrættin, sum nú hevur staðfest dómin. Maðurin varð eisini eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin, umframt fongsulsrevsingina, upplýsir TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815