Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Ein útlendingur, sum kom til Føroya sunnudagin, varð í gjár tikin í passeftirliti á flogvøllinum, tá hann ætlaði sær víðari til Skotlands
 
12.11.2019 - 18:27

Ein útlendingur, sum kom við flogfari til Føroya sunnudagin, er fyribils varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin kom til Føroya við flogfari úr Danmark sunnudagin, og hann ætlaði sær víðari við flogfarinum til Edinburgh í gjár.

Handtikin á flogvøllinum

Tá maðurin var á veg umborð á flogfarið til Skotlands í gjár, varð hann handtikin í passeftirlitinum á Flogvøllinum í Vágum.

Maðurin, sum er ættaður úr Iran, hevur í nøkur ár búð ymsastaðni í Evropa, áðrenn hann kom higar um vikuskiftið, sigur vaktleiðarin á Politistøðini í Havn.

Dómarin í Føroya rætti avgjørdi til grundlógaravhoyringina, at maðurin skal varðhaldsfongslast til 10. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611