Fíggjarætlanin í Vági samtykt

Fíggjarætlanin í Vági samtykt
Skattaprosentið í Vági lækkar og barnafrádrátturin hækkar næsta ár
Býráðið í Vági samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2020
 
03.12.2019 - 07:39

Býráðið í Vági samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2020. Skattaprosentið lækkar niður í 21,65 prosent, og barnafrádrátturin hækkar upp í 5.500 krónur.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu næsta ár verða mettar til góðar 65 milliónir krónur og raksturin til góðar 57 milliónir krónur. Tað eru umleið trý prosent meira enn í ár.

Gera íløgur fyri 5,7 milliónir

Vágs kommuna fer at rinda hálva fjórðu millión krónur aftur í skuld í 2020, og íløgur verða gjørdar fyri 5,7 milliónir krónur.

Meginparturin av íløgunum fer til tekniska økið, millum annað til dagføring av vegakervinum, til drekkivatnsskipanina og spillvatnsskipanina. 

Grøna økið verður eisini raðfest næsta ár. Endurnýtsluplássið verður klárt at taka í nýtslu eftir ársskiftið, og næsta ár fara húsarhald í Vágs kommunu at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454