Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Maðurin, sum mánakvøldið skeyt eftir løgreglufólkum í Miðvági, er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu
Føroya rættur varðhaldsfongslaði seinnapartin í gjár ein mann, ið er skuldsettur fyri drápsroynd
 
11.12.2019 - 07:57

Føroya rættur varðhaldsfongslaði seinnapartin í gjár ein mann, ið er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu, í sambandi við ein skottilburð í Miðvági mánakvøldið.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan málið verður kannað. Maðurin varð sjálvur løstaður av skottilburðinum, og liggur á Landssjúkrahúsinum.

Maðurin var tí ikki sjálvur í rættinum, tá úrskurðurin varð sagdur, og maðurin varð tí varðhaldsfongslaður in absentia. Ákæruvaldið vildi hava grundlógaravhoyringina fyri afturlatnum hurðum, og tað eftirlíkaði dómarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815