Eingin jarðhitaskipan á Glasi í ár

Eingin jarðhitaskipan á Glasi í ár
Tað fer ikki at eydnast at gera jarðhitaskipanina á Glasi lidna í ár
 
15.12.2019 - 11:53

Í lógaruppskot um at leingja verklagslógina fyri Marknagilsdepilin til eisini at vera galdandi í næsta ár, stendur millum annað í viðmerkingunum, at tað ikki fer at eydnast at gera jarðhitaskipanina á Glasi lidna í ár.

Lógaruppskotið fer til aðru viðgerð í løgtinginum í morgin. 

Skúladepilin skuldi upprunaliga hitast við olju, var avgerðin hjá Bjørn Kalsø landstýrismanni, men í 2016 bað Rigmor Dam um eykajáttan, tí hon vildi hava eina grøna orkuskipan, og tá varð farið undir at broyta orkuskipanina á Skúladeplinum. 

Galdandi verklagslóg fyri skúladepilin er frá mars í ár og er uppá 23,9 milliónir krónur.

Landsverk metti, at tørvur var á 32,7 milliónum at gera skúlan lidnan fyri, men táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, Hanna Jensen, bað løgtingið um 23.9 milliónir krónur. 

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið eru fleiri uppgávur lidnar, men enn manglar samanstoyping av elementum, ventilatión, harðhiti og sólavskerming av rútum. 

Landsverk sigur, at tað er ringt at fáa fólk til uppgávurnar, tí arbeiðið er drigið somikið langt út, at tey eru farin í holt við aðrar uppgávur, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Sambært hesum hava aðrar uppgávur stungið seg upp og eru vaksnar í vavi, og tí tykist ikki vera møguligt at fáa tær avgreiddar í 2019.

Verklagslógin verður galdandi til 31. december í 2020.

Byggingin av skúladeplinum varð sett í gongd í 2012 og skúlin skuldi eftir ætlan vera liðugur í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444