Fleiri bústovnar dýrka

Fleiri bústovnar dýrka
Fleiri av bústovnunum, sum Almannamálaráðið byggir í næstum, verða væntandi dýrari enn upprunaliga mett
 
17.12.2019 - 10:54

Tað ger Almannamálaráðið greitt í skrivi til Fíggjarnevndina, sum hevur biðið um eitt yvirlit yvir gongdina í verkætlanum, sum eru settar í verk.

Í yvirlitinum verða nevndar tríggjar verkætlanir um at byggja nýggjar bygningar. Heimið í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu hevur verið mett at kosta 29 milliónir krónur. 

Arbeiðið at gera bygningin verður boðið út í næsta mánaði, men longu nú væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn heimildin í lógini.

Heimild at byggja fyri 58 milliónir

Tí verður kanska neyðugt at biðja um størri játtan í mars næsta ár. Eisini Heimið á Mýruni í Hoyvík til fólk við menningartarni verður kanska dýrari enn mett.

Heimild er at byggja tveir bústaðir fyri 58 milliónir krónur, sum eftir ætlan skulu vera lidnir á sumri 2022.

Men longu nú hevur Almannamálaráðið hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið við fyrispurningi, um prosjekteringin kann halda fram, hóast kostnaðurin kanska verður størri enn mett.

Onki ítøkiligt tal nevnt

Triðja byggingin er heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni. Tann fíggingin er ongantíð samtykt, tí lógin at heimila pengar fall burtur, tá løgtingið fór í summarfrí.

Kortini væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn upprunaliga mett. Almannamálaráðið nevnir ongastaðni í skrivinum, hvussu nógv verkætlanirnar væntandi fara dýrka.

Men ráðið upplýsir, at tað í løtuni kannar, um tað er mest skynsamt, at verklagslógir ikki verða lagdar fyri løgtingið, fyrr enn verkætlanin er liðugt prosjekterað, boðin út, og tilboð komin inn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357