Amerikanska sendikvinnan í Danmark ákærir Huawei

Amerikanska sendikvinnan í Danmark ákærir Huawei
Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, tvíheldur um, at kinesiski televeitarin, Huawei, kann loynilurta á 5G-netinum.
Carla Sands, sigur í samrøðu við DR, at Huawei kann loynilurta á 5G-netinum
 
18.12.2019 - 07:11

Tað sigur hon greitt í samrøðu við Danmarks Radio í gjár. Fyrradagin segði norðurlendski stjórin í Huawei, Kenneth Fredriksen, annars, at Huawei hvørki kann ella vil lurta á nøkrum 5G-neti.

Amerikanska sendikvinnan ávaraði í tíðargrein í Sosialinum í síðsta mánað føroyingar ímóti at lata Huawei byggja 5G-netið í Føroyum.

Tað gjørdi amerikanska sendikvinnan, tí vandi er fyri, at kinesarar kunnu fáa hendur á viðkvomum upplýsingum - tó uttan at hon var meira ítøkilig enn tað.

Eingi ítøkilig prógv fyri útsøgnini

Carla Sands nevnir eingi ítøkilig prógv um njósning í samrøðuni við Danmarks Radio í gjár, hóast journalisturin í fleiri førum spyr hana um prógv.

Hon nevnir tó, at tøknin hjá Huawei - í mun til tøknina hjá øðrum televeitarum - ikki er nóg gjøgnumskygd, tí partar av kinesisku tøknini kunnu ikki býtast um við tøkni hjá øðrum fyritøkum.

Amerikansksa sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, skuldsetur eisini Huawei fyri at stjala tøkni frá øðrum fyritøkum. Sendikvinnan nevnir tó eingi prógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur fríggjadagur.
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360