Føroya rættur ávarar um svikabragd

Føroya rættur ávarar um svikabragd
Føroya rættur ávarar nú um, at svíkar ringja til avvarðandi, og siga seg arbeiða hjá Skiftirættinum
Ringir telefonin hjá tær, og tey siga seg vera frá Skiftirættinum, skalt tú ansa tær. Rætturin ávarar nú um, at svíkar gera um seg
 
18.12.2019 - 14:32

Tey ringja í sambandi við deyðsbúgv, sum er til viðgerðar í skiftirættinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya rætti. Tey, sum ringja, biðja um persónligar upplýsingar, sum til dømis p-tal ella NemID.

Hetta er beint ímóti mannagongdini í rættinum, sum forðar fyri, at spurt verður um loynir, ella um aðrar upplýsingar, sum geva atgongd til persónlig viðurskifti, uttan gjøgnum tey skjøl, sum eru partur av viðgerðini av deyðsbúnum.

Tilburðir um hetta hava verið í Danmark. Føroya rættur veit ikki um, at hetta er hent í Føroyum, men kunnger ávaringina, tí Føroya rættur er partur av danska dómsvaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065