ES-makrelurin uppfiskaður beinanvegin

ES-makrelurin uppfiskaður beinanvegin
Tað tók bara nakrar fáar dagar, so var øll kvotan til felags atgongd efir makreli í ES-sjógvi uppfiskað
 
05.01.2020 - 17:48

VØRN boðar í dag frá tey 12.806 tonsini, sum við kunngerð vórðu latin sum felags atgongd í ES-sjógvi nú eru fiskað, og tískil kunnu skip, ið høvdu part í felags atongdini undir føroyskum flaggi, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES-sjógvi.

Øll tey føroysku nótaskipini, uttan Fagraberg og Norðborg, fóru beint eftir nýggjár til fiskiskap beint vestan fyri Hetland. Tey komu í rokfiskiskap, og í gjár høvdu øll fulla last.

Fyrstu skipini komu til Føroya at avgreiða fyrrapartin, og nøkur sigla enn til lands.

Lógarkrav er um, at skipini skulu avreiða í Føroyum, men virkini klára ikki at taka ímóti øllum makrelinum í senn. Tí ræður um hjá skipunum at skunda sær til lands, so tey eru frammalaga í røðini at sleppa at avreiða.

Makrelurin er væl fyri í løtuni, og tí eru betri útlit fyri, at hann heldur góðskuna, hóast okkurt av skipunum verður noytt at bíða nakrar dagar eftir tørni, verður sagt úr vinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087