Samferðslan darvað og skúlar avlýsa

Samferðslan darvað og skúlar avlýsa
Bygdaleiðir avlýsa alla koyring fyribils, fleiri skúlar hava avlýst skúlagongdina í dag og flogferðir eru útsettar
 
06.01.2020 - 08:41

Øll koyring hjá Bygdaleiðum er avlýst, og Smyril siglir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi seinnapartin klokkan 16 av Havnini. Tað er heldur ikki óhugsandi, at aðrar avlýsingar koma, sigur Strandferðslan.

Illveðrið fær eisini fleiri fólkaskúlar at avlýsa alla skúlagongdina í dag. Tilsamans átta fólkaskúlar hava í morgun lýst í útvarpinum við, at øll skúlagongdin í dag er avlýst vegna veður.

Teir skúlarnir eru: Vestmanna skúli, Skála skúli, Hvalvíkar skúli, Velbastaðar skúli, Hósvíkar skúli, Skúlin við Streymin, Runavíkar kommunuskúli og Fuglafjarðar skúli.

Flogferðslan er eisini darvað av illveðrinum. Sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn eru flogferðirnar úr Bergen, Keflavík, Edinburgh og Paris útsettar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161