Skot í Miðvági - varðhaldsfongslingin longd

Skot í Miðvági - varðhaldsfongslingin longd
36 ára gamli skuldsetti maðurin hevur verið í býarrættinum í Keypmannahavn, sum longdi fongslingina 27 dagar aftrat
 
08.01.2020 - 11:33

Maðurin, sum politiið skeyt í Miðvági 9.desember í fjør, tí hann skeyt ein politist í høvdið við høglbyrsu, er varðhaldsfongslaður í 27 dagar aftrat.

Maðurin, sum er 36 ára gamal, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis.

Varðhaldsfongslingin varð longd í býarrættinum í Keypmannahavn, tí skuldsetti maðurin hevur verið á Ríkissjúkrahúsinum.

Hann varð varðhalsfongslaður í fýra vikur í grundlógaravhoyring í Føroya rætti tann 10.desember.

Raktur í bringuna og lærið

Trý skot raktu mannin, tá politiið skeyt eftir honum, og sambært Ekstra blaðnum varð hann raktur tvær ferðir í bringuna og eina ferð í vinstra lær.

Politisturin, sum varð raktur, var í hjálmi. Hann fekk ikki nevniverdan skaða.

Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, segði verji hansara í býarrættinum í Keypmannahavn í gjár. 

Hann segði eisini, at maðurin vil ikki svara spurningum, tí hann sigur seg einki minnast um hendingina í Miðvági 9.desember.

Maðurin er tó ikki i fongsli ella í varðhaldi, men á psykiatriskari deild.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815