Samráðast aftur í morgin

Samráðast aftur í morgin
Tað dregur út at gera nýggjan sáttmála millum lønardeildina og Starvsmannafelagið
 
15.01.2020 - 12:59

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Starvsmannafelagið skulu fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, sum hava við sáttmálasamráðingarnar at gera, og síðani er ætlanin, at partarnir skulu hittast aftur í morgin.

Tað er tað einasta, sum Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini, vil siga, eftir at partarnir tosaðu saman aftur í gjár.

Samráðingarnar í gjár vardu langt út á seinnapartin, men enn er ikki liðugt at samráðast, sigur hann.

Fór út gildi 1. oktober

Sáttmálin, sum Starvsmannafelagið hevur við Fíggjarmálaráðið, fór úr gildi 1. oktober í fjør, og samráðingar hava verið síðani 17. oktober, tá fyrsti fundurin var.

Jan Mortensen sigur, at partarnir eru samdir um onkur viðurskifti, men líkt er til, at lønarspurningurin er eftir at fáa greið á. Hvussu gongur við tí, vil stjórin á lønardeildini ikki gera viðmerkingar til.

Umframt Starvsmannafelagið, hevur lønardeildin eisini havt samráðingar við Føroya Lærarafelag og felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nú snúgva samráðingarnar seg um sáttmálan við Starvsmannafelagið, sigur Jan Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391