- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónsskipanin: Ætlar ikki at javnseta kynini
Kvinnur fáa minni útgoldið sum lívrentu av pensjónini, enn menn. Tað verður gjørt munur á kynunum, tí kvinnur væntast at liva longri. Hesum er mann farin frá í ES, men Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, hevur ongar ætlanir um at broyta hetta í Føroyum.
Tann pensjónin, sum kundar hjá Lív og Betri Pensjón sjálvi hava spart upp, verður útgoldin í trimum. Fyrst fáa allir pensjónistar 15 prosent útgoldið sum eingangsupphædd, tá ið tey koma um pensjónsaldur. Síðani verður ein partur útgoldin yvir 10 ár.
Hesir báðir partar av pensjónini eru neyvt tað sama fyri bæði kynini.
Men tey seinastu 45 prosentini, sum øll fáa útgoldið sum lívrentu til tey doyggja, gera mun á kynunum. Tí har fáa kvinnur 10 prosent minni útgoldið enn menn. Orsøkin er, at kvinnur væntast at liva longri.
Fyrrverandi forkvinnan í javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, segði í Degi og Viku fríggjakvøldið, at hon heldur ikki, at tað er rættvíst at gera mun á kynunum.
Helgi Abrahamsen sigur tó, at málið varð væl viðgjørt, áðrenn tey komu til hesa niðurstøðuna. Hann leggur afturat, at tað eru ongantíð øll, sum halda eina skipan vera rættvísa.