Fara møguliga at seta føðing í gongd fyrr

Fara møguliga at seta føðing í gongd fyrr
Danskir læknar vilja kanna, um tað ber til at seta føðingina í gongd, longu tá ið barnakonur hava gingið eina viku yvir tíð
 
19.01.2020 - 17:45

Sum nú er, verður føðingin sett í gongd, tá ið kvinnur hava gingið tvær vikur yvir tíð. Men burðarlæknar og serlæknar í kvinnusjúkum, vilja seta ein arbeiðsbólk at kanna, um ein vika skal vera markið. Tað skrivar DR.

Forkvinnan í felagnum fyri danskar burðarlæknar og serlæknar í kvinnusjúkum, Hanne Brix Vestergaard, sigur, at alt bendir á, at tað burdi verið broytt.

Hon vísir m.a. á svensku granskingina, sum varð gjørd her fyri, tá ið seks børn doyðu, áðrenn granskingin varð steðgað. Tá varð roynt at lata barnakonur ganga longri enn tveir vikur yvir tíð.

Í Svøríki er tilmælið nú broytt, soleiðis at kvinnur bert ganga eina viku yvir tíð. 

Men ikki øll eru samd um at stytta tíðina. Tveir granskarar á Aarhus universiteti halda ikki, at tað er rætt.

Tær meta ikki, at færri børn verða deyðfødd, um tíðin verður stytt, og harafturat kann tað elva til trupulleikar fyri móður og barn at verða sett í gongd, tí hjáárin eru av heilivágnum, sum verður nýttur at seta í gongd við. 

Í Danmark verða umleið 15.000 barnakonur settar í gongd um árið, meðan talið hækkar upp í umleið 19.500 barnakonur, um tíðin verður stytt eina viku. 

Ein arbeiðsbólkur fer eftir ætlan at kanna, um tað eru fleiri fyrimunir ella vansar við hesum, og tilmælið verður í fyrsta lagi klárt síðst í 2020. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592