300 málarar til el-bilar og hitapumpur

300 málarar til el-bilar og hitapumpur
Streymur til elbilar og hitapumpur er bíligari enn annar streymur frá SEV
 
23.01.2020 - 11:48

SEV hevur higartil sett upp 302 sokallaðar grønar málarar hjá fólki, sum antin hava elbil ella hitapumpu ella bæði. Skipanin hevur virkað í slakar tíggju mánaðir.

Streymur til elbilar og hitapumpur er bíligari enn annar streymur frá SEV. Hann kostar 1,45 krónur fyri kilowatttíman, tá meirvirðisgjaldið er tikið við.

Prísurin lækkaði í apríl í 2019

Húsarhaldini gjalda 1,95 krónur, um tey brúka minni enn 10.000 kWt um árið. Brúka tey meira enn tað, gjalda tey ávikavist 1,85 krónur og 1,80 krónur.

Lógin, sum loyvir SEV at selja bíligari streym til elbilar og hitapupum, kom í gildi 28. desember í 2018. Og prísurin lækkaði 1. apríl í fjør.

Fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri at seta upp hitapumpur. Til 1. oktober í fjør vóru 89 umsóknir komnar um at fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið, slakar 2,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949

Annað frá KVF