Huawei sleppur at menna 5G í Bretlandi

Huawei sleppur at menna 5G í Bretlandi
Felagið skal kannast væl og virðiliga, og Huawei sleppur ikki at veita meira enn 35 prosent av tøknini
 
28.01.2020 - 14:38

Kinesiska telefelagið, Huawei, sleppur at vera við til at menna 5G-netið í Bretlandi.

Tað boðaði Boris Johnson, forsætisráðharri, frá, eftir at hann fyrrapartin hevði verið á fundi í landsins trygdarráði

Tað fylgja kortini treytir við.

M.a. skal felagið kannast væl og virðiliga, eins og øll hini feløgini, sum liggja framvið, og Huawei sleppur ikki at veita meir enn 35 prosent av tøknini til 5G í Bretlandi.

Gera ímóti USA

Sostatt ger bretska stjórnin ímóti amerikanska viljanum, um at halda Huawei burtur frá allari útbygging av 5G-netinum.

USA sigur, at Huawei er í lummanum á kinesisku stjórnini, sum nýtir útbúnaðin til m.a. njósning.

Norski professarin, Olav Lysne, sum hevur skrivað eina bók um viðurskiftini hjá Huawei, sigur, at lond eiga ikki gleivbeint at taka ímóti tøkni frá nøkrum einstøkum felagi.

Hann heldur, at best er at gera, sum bretar nú gera, og keypa tøkni frá fleiri, sum selja útgerðina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373