Adelborg loysir fyrsta flagið

Adelborg loysir fyrsta flagið
Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík skal eftir ætlan verða liðugt við ársenda í 2022
 
05.02.2020 - 14:13

Adelborg Linklett loysir fyrsta flagið, tá spakin verður settur í til byggingina av nýggjum mentanarhúsi í Klaksvík seinnapartin.

Adelborg Linklett er ímyndin av sjónleikarafelagnum í Klaksvík.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið, sigur, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini verður karmur um alskyns mentanarupplivingar.

- Mentanarhúsið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum, sigur hon.

Glæsiligt hús

Mentanarhúsið verður eitt glæsiligt hús.

Stóra høllin, har leikir verða settir upp, kann hýsa 300 fólkum. Men tá borð verða sett upp til veitslur og onnur tiltøk, kann húsið taka meira enn 400 fólk.

Saman við nýggja miðbýnum, og ætlanini um at byggja nýtt hotell, er onki at ivast í, at lagt er upp til eina spennandi framtíð, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill, og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096