Apple bót fyri at seinka fartelefonir

Apple bót fyri at seinka fartelefonir
Telefon- og telduframleiðarin hevur fingið 185 milliónir krónur í bót fyri við vilja at gera eldri iPhone seinar
Apple fær bót fyri við vilja at gera eldri iPhone-telefonir seinar uttan at upplýsa brúkaran um tað
 
10.02.2020 - 08:40

Franska eftirlitið fyri kapping og svik, DGCCRD hevur, givið amerikanska tøknirisanum, Apple, 25 milliónir evrur í bót, skriva BBC og AFP.

Apple fær bótina fyri við vilja at gera eldri iPhone-telefonir seinar uttan at upplýsa brúkaran um tað. 

Nógvir iPhone-brúkarar hava í longri tíð havt illgruna um, at Apple ger eldri telefonir seinar fyri at fáa fólk at keypa nýggja iPhone. 

 >> SÍ EISINI Apple væntar minni umsetning

Í 2017 viðgekk Apple so, at telefonirnar verða gjørdar seinar, men sambært felagnum varð hetta gjørt fyri at telefonirnar skuldu halda longri. 

Franska ákæruvaldið stevndi Apple í januar í fjør.

Tey, sum hava iPhone, fingu onga kunning um, at telefonin gjørdist seinari at fáast við um tey settu dagføringarnar 10.2.1 og 11.2 í telefonina, sigur fransk DGCCRF í fráboðan, sambært AFP.

Sleppa undan rættarmáli

Ákæran móti Apple kom eftir áheitan frá felagsskapinum "Steðgið ætlaðu avoldingini", sum stríðist júst ímóti framferðini, sum Apple hevur brúkt.

Hetta er søguligur sigur móti hugburðinum at koyra lutir í ruskspannina - bæði fyri viðskiftafólk og umhvørvið, siga Laetitia Vasseur og Samuel Sauvage, sum hava stovnað felagsskapin.

Apple hevur góðtikið bótina frá DGCCRF.

Endamálið hjá okkum hevur altið verið at skapa tryggar vørur, sum kundar okkara vilja hava. Týdningarmikli parturin av tí er at gera iPhones, sum halda longri, sigur Apple. 

Apple sleppur undan rættarmáli, nú felagið hevur góðtikið bótina. 25 milliónir evrur svara til góðar 185 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814