Jenny heldur fram sum stjóri á Tjóðpallinum

Jenny heldur fram sum stjóri á Tjóðpallinum
Jenny C. Petersen hevur verið stjóri í 15 ár, og fer nú undir sítt fjórða skeið
 
14.02.2020 - 15:25

Jenny C. Petersen heldur fram sum stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Leiklistaráðið hevur einmælt samtykt at seta Jenny C. Petersen sum stjóra á Tjóðpalli Føroya í fimm ár aftrat.

Jenny C. Petersen hevur drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon hevur sitið í 15 ár, og hon hevur eitt breitt innlit og tiltknýti til mentanarliga økið, umframt royndir og førleikar innan yrkisleiklistaliga økið, umsiting og framleiðslu av leikum, sigur Leiklistaráðið.

Jenny C. Petersen hevur seinastu mongu árini eisini áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum støði, hevur megnað at seta á pall upprunaføroysk handrit og hevur verið við til at tryggja breið samstørv innan listarliga økið, sigur Leiklistaráðið.

15 umsøkjarar vóru til starvið.

Ein av størstu uppgávunum hjá stjóranum næstu fimm árini, verður tilgongdin at byggja nýtt Tjóðleikhús.

Í hesi tilgongdini er týdningarmikið, at stjórin hevur fingurin á pulsinum bæði politiskt og listarliga, og at stjórin somuleiðis tryggjar, at føroyski áskoðarin eisini hevur atgongd til dygdargóða list, sigur Leiklistaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817