Veðurkønur: Vindurin minkar í kvøld

Veðurkønur: Vindurin minkar í kvøld
Tað ringasta veðrið er av, sigur Petur Hans Dahl, veðurkønur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.03.2020 - 13:27

Tað er framvegis ringt veður kring landið, og veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa, at tað í løtuni eru upp í 30 m/s í hvirlunum á Gjáarskarði og Kambsdali.

Á Gøtueiði er upp í 35 m/s, á Høgareyni upp í 26 m/s, meðan tað á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er upp í 35 m/s. Við Velbastaðháls, á Sandi, í Hvalba, við Fámjinsvegin og á Porkerishálsi eru 28 og 35 m/s í hvirlunum.

Men vindurin fer at minka, sum dagurin líður. Tað sigur Petur Hans Dahl, veðurkønur.

Vit eru komin forbí tað ringasta, og vindurin fer at minka í dag, og í morgin verður nógv minni vindur. Men vindurin minkar seint, so tað verður framvegis nógvur vindur til seinni í kvøld, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161