Skervur verður dýrari í Sandoynni

Skervur verður dýrari í Sandoynni
Flutningskostnaðurin verður lagdur oman á prisin
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað partamanninum, Brandi Sandoy
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2020 - 10:13

Skervur fer ikki at kosta tað sama í Sandoynni sum aðrastaðni í landinum.

Skervurin verður fluttur í Sandoynna. Og tann flutningskostnaðurin verður lagdur oman á prísin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Brandi Sandoy, løgtingsmanni, sum spurdi um prísin á skervi í Sandoynni.

Landsverk gavst í 2018 við grótbrotinum við Krókafoss á Sandi, tá tunnilsfelagið tók við grótbrotinum.

Goymsla í Skopun

Nú verður skervur fluttur í Sandoynna á goymslu í Skopun.

Bara sjálvur skipsflutningurin í Sandoynna verður lagdur oman á prísin á skervi. Annars kostar hann tað sama sum aðrastaðni í landinum, sigur Jørgen Niclasen.

Eingin ætlan er um at broyta hetta, sigur hann.

Brandur Sandoy sigur, at skervurin er 23 prosent dýrari í Sandoynni enn aðrastaðni í Føroyum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025