Corona beindi fyri flogfelagnum Flybe

bannari
Corona beindi fyri flogfelagnum Flybe
Í 2017 var ætlanin, at felagið skuldi flúgva til Føroya, men tað var av ongum
Flybe er farið í gjaldsteðg
 
05.03.2020 - 08:48

Bretska flogfelagið Flybe, sum ætlaði at flúgva til Føroya í 2017, er farið í gjaldsteðg. Felagið var so illa fyri fíggjarliga, at nú hevur coronavirusið gjørt av tað.

Felagið gavst at flúgva í gjárkvøldið. Flybe var størsta regionala flogfelag í Evropa. Tað hevði okkurt um átta milliónir ferðafólk um árið.

Men corona hevur gjørt, at eftirspurningurin eftir flogferðaseðlum er minkaður nógv í Evropa. Og tað gjørdi av við Flybe.

Skuldu flúgva til Føroya

Bretsku myndugleikarnir vildu ikki hjálpa Flybe við at læna felagnum pengar. Tvørturímóti kravdi bretska skattavaldið, at felagið rindaði avgjøld, sum tað skyldaði. 2.000 fólk arbeiða hjá Flybe.

Flybe boðaði frá í 2017, at felagið skuldi flúgva til Føroya fyri Loganair. Flybe skuldi flúgva fríggjadag og sunnudag frá 26. mai til eina ferð í september millum Aberdeen og Vágar.

Men ætlanin varð av ongum, sum skilst, tí áhugin fyri leiðini var ikki nóg stórur. Og tað var eisini trupult at útvega ferðafólki hotellkamar í Føroyum, segðist. Flybe hevði annars fingið loyvi at flúgva til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786