Coronavirus kann "liva" á yvirflatum í fimm dagar

bannari
Coronavirus kann "liva" á yvirflatum í fimm dagar
Coronavirus kann liva leingi á eitt nú hondtøkum, sambært nýggjari ritgerð
Um tú tekur í til dømis eitt hondtak kanst tú í ringasta føri verða smittað av virusinum, uttan at hava verið í samband við onnur fólk, sambært nýggjari ritgerð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2020 - 10:48

Ein nýggj týsk ritgerð vísir, at coronavirusið kann yvirliva á yvirflatum í upp til fimm dagar.

Nýggju upplýsingarnar í ritgerðini, sum týskir granskarar við lærda háskúlan í Greifswald hava gjørt, er grundað á kanningar av øðrum coronavirusum, men kann flytast yvir til COVID-19 virusið, sum nú gongur í meginpartinum av heiminum.

Virusið "betri útgjørt" enn nógv onnur virus

Ritgerðin vísir millum annað, at coronavirus kann yvirliva á yvirflatum í upp til fimm dagar. Tað merkir, at um tú tekur í til dømis eitt hondtak kanst tú í ringasta føri verða smittað av virusinum, uttan at hava verið í samband við onnur fólk.

– Hetta virusið er betri útgjørt enn nógv onnur virus, og kann yvirliva longri uttan fyri kroppin, sigur svenski professarin, Niklas Arnberg, við Aftonbladet.

Rebecca Cox, professari við kliniska instituttið á lærda háskúlanum í Bergen, sigur, at coronavirusið smittar so illa, tí eingin hevur immunitet móti virusinum.

Undirstrikar týdningin av góðum hondreinføri

– Eingin koppseting er og eingin viðgerð. Tí hevur gott hondreinføri so stóran týdning, og at tey, sum gerast sjúk, verða avbyrgd, sigur Cox við norska TV2.

Coronavirusið smittar frá fólki til fólk. Sambært Cox er njósing og hosti effektivur máti at breiða út smittuna.

Professari á influensamiðstøðini á sjúkrahúsinum í Haukeland, Kristin Greve Isdahl Mohn, sigur við norska TV2, at týska ritgerðin vísir, at virusið livir í fleiri dagar á yvirflatum, men tað er treytað av, at tú ikki vaskar, og tað gera vit øll aktivt nú, sigur hon við norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129