Føroyskt heilsustýri í eygsjón

bannari
Føroyskt heilsustýri í eygsjón
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, metir tilbúgvingarráðið verða fyrsta stigið til eitt føroyskt heilsustýri
Frá tíðindafundinum í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2020 - 12:38

Tilbúgvingin í sambandi við corona smittuna kann hava við sær, at semja fæst um at seta á stovn eitt føroyskt Heilsustýri.

Tað kom fram á tíðindafundinum í heilsumálaráðnum í gjár, tá myndugleikarnir komu við eini tilráðing um tiltøk, ið skulu forða fyri, at fleiri verða smittað við coronavirusinum COVID-19. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt tilbúgvingina vera eina byrjan til eitt Heilsustýri.

Landslæknaembætið hvørvur kanska

Kaj Leo Holm Johannnesen, sigur í dag, at landsstýrið ikki í løtuni arbeiðir við einum heilsustýri ella yvirtøku av landslæknaembætinum. Og hann er heldur ikki av tí fatan, at arbeiðið skal setast ígongd, meðan COVID-19 herjar.

Hann sigur tó, at hann metir tilbúgvingina sum eina verkætlan, hvussu tað ber til at skipa eitt Heilsustýri, tá sjógvarnir einaferð hava lagt seg. Hetta kann verða partur av eftirmetingini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fegnast um at hava læknafakligu ráðgevingina so nær at sær.

Hendir tað, at eitt føroyskt heilsustýri verður sett á stovn, so hvørvur landslæknaembætið. Tað merkir so eisini, at landslæknaembætið sum myndugleiki verður yvirtikið ella strikað. Undanfarna samgonga arbeiddi við hesum, uttan tó at koma á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659