Flogrutur kanska avlýstar

bannari
Flogrutur kanska avlýstar
Flogruturnar hjá Atlantic Airways til Barcelona og París kunnu verða avlýstar, nú COVID-19 ger um seg
 
11.03.2020 - 07:45

Flogruturnar hjá Atlantic Airways til eitt nú Barcelona og Paris eru í vanda fyri at verða raktar av stongsli í Vága floghavn orsakað av útbrotinum av coronavirusinum, COVID-19. 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur flogvøllin, ger á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum greitt, at Føroyar eisini fylgja teimum leiðbeiningum og flogbannum, danskir myndugleikar nú hava sett í verk. 

Einki føroyskt flogbann fyribils

Á midnátt varð øll flogferðsla til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri coronavirusið steðgað av donsku stjórnini í 14 dagar í eini roynd at forða fyri, at coronavirusið spjaðir seg.  

Tey reyðu vandaøkini eru í løtuni Norðuritalia, skíðøkið Ischgl í Eysturríki, Hubei-landsluturin í Kina, Iran, og suðurkoreanski býurin Dawgu og suðurkoreanski landsluturin Gyeongbuk. 

Føroyar hava einki beinleiðis loftasamband til hesi øki, so í fyrstu atløgu ávirkar flogbannið ikki flogferðsluna til og úr Vágum. 

 >> SÍ EISINI Corona: Danskir myndugleikar herða tiltøkini

Men danir halda eitt sera vakið eyga við støðuni í Fraklandi og serliga Spania. Atlantic Airways hevur flogrutur til bæði Barcelona og Paris.

Longu nú meta donsku myndugleikarnir, at støðan í sponsku landslutunum Baskaralandi, Madrid og La Rioja er so álvarsom, at øll óneyðug ferðing til hesara sponsku landslutirnar verður frámæld.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ger vart við, at um so er, at donsku átøkini verða herd næstu dagarnar, og fara at fevna um øki og býir, Føroyar hava beinleiðis loftsamband við, so verður flogbannið eisini galdandi fyri flogferðslu til og úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328