Fólk úr Europa sleppa ikki til USA í 30 dagar

bannari
Fólk úr Europa sleppa ikki til USA í 30 dagar
Tað vóru boðini frá Donald Trump, forseta, tá hann í nátt helt røðu fyri amerikanska fólkinum
Ferðandi, sum koma úr Europa, sleppa ikki inn í USA í ein mánað, kunngjørdi amerikanski forsetin í nátt
 
12.03.2020 - 06:37

Boðini komu sama dag sum coronavirusið er mett sum ein farsótt, og koma koma í gildi á miðnátt fríggjakvøldið, men galda ikki fyri fólk úr Bretlandi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heitti í røðuni samstundis á amerikanska fólkið um ikki ferðast óneyðugt, fyri at forða virusinum í at breiða seg.

Greinin heldur fram niðanfyri

Trump vísti á, at fleiri fólk eru smittað í Europa enn í USA, og hann legði dent á, at tað var rætt at hava sett forboð fyri fólk úr Kina at koma til USA.

Í gjár vórðu 1.135 tilburðir av coronavirusinum staðfestir í USA. Tað vísti ein uppgerð, sum John Hopkins universitetið hevur gjørt.

 >> SÍ EISINI WHO: COVID-19 er nú ein alheimsfarsótt

Men guvernørurin í New York, Andrew Cumo, segði við CNN, at tilburðirnir uttan iva vóru nógv fleiri. Hann vísti á, at alt ov fá verða kannað í USA, og tí er vandi fyri at nógv fleiri eru smittað, segði guvernørurin.

Forsetin boðaði samstundis frá, at hann hevur avlýst at fara til fleiri statir at hava veljarafund. So skjótt sum Donald Trump hevði hildið røðuna, fullu partabrøvini nógv, og eisini oljuprísurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576