SAS sendir 10.000 fólk til hús

bannari
SAS sendir 10.000 fólk til hús
10.000 starvsfólk hjá skandinaviska flogfelagnum verða fyribils send til hús, nú so at siga øll flogferðslan hjá felagnum er sett á stand-by
 
15.03.2020 - 19:08

Tað upplýsti Rickard Gustafsson, forstjóri hjá SAS, á tíðindafundinum, sum varð hildin hjá SAS í Stockholm.

– Eftirspurningurin eftir flogferðum er steðgaður upp, og ógvusliga minkingin krevur tillagingar, segði stjórin á tíðindafundinum.

Hetta merkir, at 90 prosent av øllum starvsfólkunum hjá SAS verða søgd úr starvi. Tilsamans verða 10.000 størv fyribils niðurløgd.

Missa 80-100 milliónir um dagin

– Sparingarnar eru neyðugar, so flogfelagið kann taka virksemið uppaftur, tá kreppan er av, segði forstjórin hjá SAS á tíðindafundinum.

Skandinaviska flogfelagið, SAS, missir 80-100 milliónir krónur um dagin, nú flúgvingin er rakt, sigur Jacob Pedersen, greinari hjá Sydbank, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Tí er umráðandi, at steðga tapinum áðrenn kassin verður tómur, sigur greinarin við tíðindastovuna. Danski staturin eigur 14,2 prosent av SAS, og Svøríki eigur 14,8 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011